KattenKabinet

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
KattenKabinet

KattenKabinet er eitt listasavn í Amsterdam, sum vísir fram listaverk sum avmynda kettur. Savnið hevur eitt nú málningar, standmyndir og onnur verk eftir Pablo Picasso, Rembrandt, Henri de Toulouse-Lautrec, Corneille, Sal Meijer, Théophile Steinlen og Jože Ciuha, umframt onnur listafólk.

Savnið liggur í einum bygningi sum liggur við eina kanak á Herengracht 497, í Gouden Bocht ("Golden Bend") av hesi kanalini. Eigarin býr á aðru hædd við familju síni. Savnið læt upp í 1990. Savnið varð brúkt undir filmingini av filminum Ocean's Twelve í 2004.

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið