Karma

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Karma er í nógvum øðrum átrúnaðum enn Buddatrúgv, sum til dømis Hinduisma, og er ymiskt frá trúgv til trúgv. Karma kann umsetast til “Orsøk og avleiðing”/"gerðir". Nógv misskilja karma til at vera ein revsing frá Budda, men soleiðis er ikki. Karma er, hvussu tankar, orð og gerðir ávirkar sinni okkara. Negativar gerðir ávirka lagnuna í komandi lívum, meðan positivar gerðir gjøgnum fleiri tilverur løna seg aftur í form av, at ein kann meditera (grunda) og hava sálarfrið, møguliga sum munkur. Tá ein er komin til stigið at meditera, kann ein í síðsta enda sleppa av við Karma, og fáa frælsi. Tað vil siga, at karma gevur rættvísi og afturløn, og vísur seg í næsta lívi, tá ið ein verður endurføddur.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Reinkarnatión

Keldur[rætta | rætta wikitekst]