Kappróðrarbáturin Páll Fangi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Páll Fangi, á ólavsøku 2022

Páll Fangi er eitt 6-mannafar hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Báturin er hvítur og hevur reyðar stokkar og bláa rond, eins og allir hinir bátarnir í felagnum. Navni stavar frá søgnini um Páll Fanga úr Mikladali.

Páll Fangi hevur verið føroymeistari tilsamans 9 ferðir. 6 ferðir hjá kvinnum og 3 ferðir hjá monnum. Páll Fangi vann føroymeistarheiti árini: 1986, 1987, 1989, 1990, 2001, 2012 hjá kvinnum, og árini: 2010, 2018 og 2023 hjá monnum.