Kanin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
How to read a taxoboxWikipedia:How to read a taxobox
How to read a taxobox
Kanin

Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Mammalia
Hópur: Lagomorpha
Ætt: Leporidae

Kanin (frøðiheiti - Oryctolagus ) er lítil gnagari av haruætt. Kaninir eru floksdýr og halda saman í stórum flokkum. Holur teirra eru langar og torgreindar. Tær gera sær eisini fleiri neyðútgongdir. Kanin leggur minst 20 ungar um árið, og tí eru kaninir nógvastaðni vanligastu súgdýr. Kaninin kemur upprunaliga úr Útsynningsevropa, men er nú um allan heim uttan í Antarktis. Um aldaskiftið løgdust tær út í Suðuroy og nørdust skjótt, men so fækkaðust tær aftur, og nú er eingin eftir. Nógvastaðni er kaninin skaðadýr í landbúnaðinum, tí hon etur grøðina.

Villkanin er í ætt við haru.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið