Jónas Hallgrímsson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Jónas Hallgrímsson (16. november 1807 á Reyni í Öxnadal26. mai 1845 í Keypmannahavn) var íslendskt skald og náttúrufrøðingur. Hann var ein av stovnarum av tíðarritinum Fjölnir, og har vóru nógvar av søgum og yrkingum hansara prentaðar. Hann doyði í Keypmannahavn í 1845 av blóðeitran, sum stavaði frá fótbroti, sum hann fekk av at detta niður úr stiga. Í 1946 vóru leivdirnar av likami hansara fluttar av Assistenskirkjugarðinum í Keypmannahavn, og jarðaðar aftur á tjóðarkirkjugarðinum á Tingvøllum í Íslandi.