Julia Roberts

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Julia Roberts
Julia Roberts 2011 Shankbone 3.JPG
er eitt menniskja
Fødd(ur) 28. okt 1967 í/á Smyrna, Georgia
Alma mater Campbell High School, Georgia State University
Starv sjónvarpsleikari, filmsleikari, filmframleiðari, modell, sjónleikari á palli
Trúgv Hinduisma
Børn Hazel Patricia Moder, Phinnaeus Walter Moder, Henry Daniel Moder
Foreldur móðir Betty Lou Bredemus
Mál Enskt mál
Dátuheiti
ISNI 0000 0001 2283 5357
VIAF 100914297
LCAuth n91074080
IMDB nm0000210
Commons Julia Roberts

Julia Fiona Roberts (fødd 28. oktober 1967 í Smyrna, Georgia, USA) er ein amerikonsk sjónleikarinna og framleiðari. Hon gjørdist Hollywood-stjørna eftir at hon spældi ein av høvuðsleiklutunum í tí romantiska skemtifilminum Pretty Woman (1990). Eftir at hon vann tvær Golden Globe-virðislønir og móttók Oscar tilnevningar fyri Steel Magnolias (1989) og Pretty Woman, so vann hon eina Oscar-virðisløn fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklutin fyri hennara framførslu í Erin Brockovich (2000).

Filmar hennara Mystic Pizza (1988), The Pelican Brief (1993), My Best Friend's Wedding (1997), Conspiracy Theory (1997), Notting Hill (1999), Runaway Bride (1999), Ocean's Eleven (2001), Ocean's Twelve (2004), Charlie Wilson's War (2007), Valentine's Day (2010), Eat Pray Love (2010), og Mirror Mirror (2012) hava tilsamans givið inntøkur fyri billetsølu fyri meira enn $2.6 milliardir, ið ger hana til eina av heimsins mest sukseríku sjónleikarinnum, tá ið hugt verður at inntøkum fyri billettsølu. Í 2013 spældi hon við í filminum August: Osage County, ið hon móttók sína fjórðu Oscar tilnevning.

Julia Roberts er av enskum, skotskum, walisiskum, týskum og svenskum uppruna.[1][2]

Privatlív[rætta | rætta wikitekst]

Hin 25. juni 1993 giftist hon country-sangaranum Lyle Lovett; tey giftust í St. James Lutheran Church í Marion, Indiana.[3] Tey fóru frá hvørjum øðrum í mars 1995 og vóru síðan skild.[4] Frá 1998 til 2001 gekk hon saman við sjónleikaranum Benjamin Bratt.[5]

Roberts og núverandi maður hennara, kameramaðurin Daniel Moder, møttust undir upptøkunum til film hennara The Mexican í 2000, meðan hon enn gekk saman við Bratt. Moder var giftur tá við Vera Steimberg. Hann søkti um hjúnaskilnað gott eitt ár seinni, og eftir at tey vóru skild, giftist hann og Roberts hin 4. juli 2002,[6] at her ranch in Taos, New Mexico.[7] Saman eiga tey trý børn: tvíburðarnir Hazel Patricia og Phinnaeus "Finn" Walter Moder (fødd 28. november 2004)[8] og Henry Daniel Moder (føddur 18. juni 2007).[9]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Julia Robert's Swedish ancestors" in Swedish, Genealogi.se
  2. "Julia Roberts Isn't a Roberts" February 27, 2011, Huffington Post
  3. Levitt, Shelley (August 8, 1994). "State of Their Union". People.com. http://www.people.com/people/archive/article/0,,20103614,00.html. Heintað August 17, 2010. 
  4. Schneider, Karen (April 10, 1995). "One Last Sad Song". People.com. http://www.people.com/people/archive/article/0,,20105480,00.html. Heintað August 17, 2010. 
  5. Silverman, Stephen M. (July 11, 2001). "Julia Roberts Lays It on the Line". People.
  6. "Danny Moder and Julia Roberts Wedding". Celebrity Bride Guide. July 4, 2004. http://www.celebritybrideguide.com/danny-moder-julia-roberts-wedding/. Heintað July 22, 2013. 
  7. Schneider, Karen (July 11, 2002). "Hideaway Bride". People. http://www.people.com/people/article/0,,628189_3,00.html. Heintað December 18, 2007. 
  8. Fuller, Bonnie (November 28, 2010). "Happy Birthday, Hazel and Phinnaeus Moder!". Hollywoodlife. https://hollywoodlife.com/2010/11/28/happy-birthday-hazel-and-phinnaeus-moder-youre-6-today-november-28/. 
  9. "Julia Roberts Welcomes a Baby Boy". People. June 18, 2007.