Jon Bon Jovi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jon Bon Jovi
er eitt menniskja
Fødd(ur) 2. mar 1962 í/á Perth Amboy
Alma mater St. Joseph High School, Sayreville War Memorial High School
Starv sangari, sjónleikari, singer-songwriter, filmsleikari, guitarist, pianist, sjónvarpsleikari, record producer, tónaskald
Børn Jake Bongiovi, Stephanie Bongiovi, Jesse Bongiovi, Romeo Bongiovi
Foreldur móðir Carol Sharkey
Mál Enskt mál
Heimasíða https://www.bonjovi.com/, https://wwwjonbonjovi.ca/
Dátuheiti
ISNI 0000000368506166, 0000000081890930
VIAF 120070668
LCAuth n88615910
IMDB nm0000954
Commons Jon Bon Jovi

Jon Bon Jovi (føddur John Francis Bongiovi 2. mars 1962 í Perth Amboy, New Jersey, USA) og er ein amerikanskur sangari, tónleikari, sangskrivari og sjónleikari. Hann er forsangari í rockbókinum Bon Jovi, og spælir m.a guitar, klaver, munnharpu og trummir.

Hann er uppvaksin í Sayreville, og gekk á Sayreville War Memorial High School. Hann skifti navnið til Jon Bon Jovi, tá hann ognaði sær eina plátu sáttmála við Mercery Records (tann seinri Island Records). Jovisa pápi, Tony Bongiovi átti plátustudio the Power Station, har hann fekk arbeiði sum sting-í-rendan-drong. Eftir teirri ordineraðu upplatingartíð, kundi hann frítt brúka studioi, har hann benyttaði sær, at innspæla sína demo plátu – við hjálp av sínum pápabeiggja. Hendan plátan bleiv seinri útgivin í 1999, sum John Bon jovi: The Power Station Years.

Tann 29. Apríl 1989 bleiv Jon Bon Jovi giftur við gentu síni, sum hann hevði verið í parlagi við, frá ítróttartíðini, Dorothea Hurley, í Graceland Chapel í Las Vegas, Nevada. Tann 31. Mai 1993 átti hon tað fyrsta barni, dótturina Stephanie Rose, hareftir 3 synir: Jesse James Louis Bongiovi (19. februar 1995), Jacob Hurley Bongiovi (7. mai 2002) og Romeo Jon Bongiovi (29. Mars 2004).

Jon Bon Jovi hevur verið við í einari langari røð av filmum, og í ymiskum sjónvarpsrøðum. Harumframt hevur hann selt yvir 120 milliónir plátir við bólkinum Bon Jovi, har Jovi sjálvur hevur útgivið tær báðar solopláturnar, Blaze of Glory (1990) og Destination Anywhere (1997).

Jovi hevur eisini arbeitt við vælgerðandi arbeiði innan fyri m.a teir paralympisku leikirnir, Amerikanski Reyði Krossur, the Elizabeth Glaser Pediatric AIDS Foundation, og aðrar vælgerir og bólkar. Í septembur 2005 undir einum viðvirknum í einum Oprah Winfrey-show, gav bólkurin Bon Jovi eina millión amerikanskar dollarir til hennara Angel Network.[1]

Í 2004 stovnaði hann tað amerikanska fótbóltsfelagið, Philadelphia Soul (amerikanskur fótbóltur), sum hann eisini var eigari av. Felagið spælir í Arena Football League.