Jump to content

Johan Henrik Schrøter

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Johan Henrik Schrøter
er eitt menniskja
Fødd(ur) 25. feb 1771 í/á Tórshavn
Andaðist 14. nov 1851 í/á Tórshavn
Starv týðari, prestur, folklorist
Trúgv Lutheranisma
Mál danskt mál
Dátuheiti
ISNI 0000000066013876
VIAF 94833073

Johan Hendrik Schrøter (25. februar 1771 í Tórshavn - 14. november 1851) var sóknarprestur í Suðuroyar prestagjaldi (2. november 1804 - 19. apríl 1826). Jørgen Frantz Hammershaimb var abbi J.H.S. Schrøter fekst við at savna kvæðauppskriftir; hann skrivaði eisini upp sagnir. Hann varð borin í heim í Havn í 1771, har faðirin, sum var av týskari ætt, var lækni. Schrøter gekk í Havnar latínskúla árini frá 1784 til 1790 og leitaði sær síðan til Danmarkar at fáa víðari útbúgving; hann varð studentur í 1791 og tók gudfrøðisprógv við Lærda háskúlan í 1796.

Frá 1797 verður hann settur sum hjálparprestur í Suðuroy, og frá 1804 situr hann sum sóknarprestur fyri oynna við sæti í Leirum í Hvalba. Aftan á at hann hevði lagt starvið frá sær, búði hann í fýra ár suðuri í Vági, flutti so í 1828 til Havnar at búgva, og her búði hann til deyðadags í 1851.

Stavseting

[rætta | rætta wikitekst]

Føroyingasøga

[rætta | rætta wikitekst]
Upprunatekstur eftir C.C. Rafn J.H. Schrøter 1832 V.U. Hammershaimb 1884 Bjarni Niclasen 1995
Maðr er nefndr Grímur kamban, hann bygði fyrstr Færeyjar á dögum Haralds hins hárfagra; þá flýðu fyrir hans ofkríki fjöldi manna, settust sumir í Færeyjum, ok bygðu þar, en sumir leituðu til annarra eyðilanda. Ajn Mävur èr nevndur Grujmur Kamban, han fowr fistur at biggja Förjar, meni Häraldur hin hårfagri vär å Døvun; tå fluddi firi Owdømi hansara mengur Mävur; summir settu se uj Förjun og bigdu här, men summir lajtavu til onnur Ojulond. Maður er nevndur Grímur kamban; hann var fyrsti maður, ið búsettist í Føroyjum á døgum Haralds hins hárfagra; tá flýddi stór mannfjøld undan harðræði hansara, settust sumir í Føroyjum og reistu búgv har, men sumir leitaðu í onnur oyðilond. Maður er nevndur Grímur Kamban; hann var fyrsti maður, ið setti búgv í Føroyum. Á døgum Haralds Hárfagra flýddi stór mannfjøld undan harðræði hansara; summir settust í Føroyum og bygdu har, men summir leitaðu í onnur óbygd lond.

Faðir vár

[rætta | rætta wikitekst]

Faðir vár í týðing Schrøters av Matteus Evangeliinum frá 1823:

Feâjir vaar, tû sum ér ui Himlunun!
Haillit væri Navn tuit!
Kómi Ruigji tuit! Skjé tuin Villie,
sum ui Haimmalinun, so ogsó aa Jørini!
Gjév okkun ui Deâ okkara daglia Brei!
O forlaad okkun okkara Skjild,
sum víd forlaada Skjildarun okkara!
O lai okkun ikkje inn ui Fruistilse!
Men fruja okkun fraa tui Onda!
Thui tuit ér Ruigje o Méje o Harlihaid ui Evihaid! Amen!

  • 1823 - Mathæi Evangelium (týðing)
  • 1832 - Færeyinga Saga (týðing)