Johan Hendrik Schrøter
Johan Hendrik Schrøter | |
---|---|
![]() | |
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 13. feb 1842 í/á Trongisvágur |
Andaðist | 16. apr 1911 í/á Tórshavn |
Starv | politikari, general dealer, bóndi, sýslumaður |
Politiskur flokkur | Venstre |
Dátuheiti |
Johan Hendrik Schrøter (13. februar 1842 í Trongisvági - 16. apríl 1911 í Tórshavn) var keypmaður, bóndi og sýslumaður. Hann varð borin í heim í Havn í 1771, har faðirin, sum var av týskari ætt, var lækni. Schrøter gekk í Havnar latínskúla árini frá 1784 til 1790 og leitaði sær síðan til Danmarkar at fáa víðari útbúgving; hann varð studentur í 1791 og tók gudfrøðisprógv við Lærda háskúlan í 1796.
Frá 1797 verður hann settur sum hjálparprestur í Suðuroy, og frá 1804 situr hann sum sóknarprestur fyri oynna við sæti í Leirum í Hvalba.
Aftan á at hann hevði lagt starvið frá sær, búði hann í fýra ár suðuri í Vági, flutti so í 1828 til Havnar at búgva, og her búði hann til deyðadags í 1851.
Schrøter fekst við at savna og skriva upp kvæði sagnir. Hann var fyrsti føroyingur, sum setti sær fyri at týða Bíbliuna til føroyskt.
- 1873 - 1905 Løgtingslimur.
- 1884 - 1887 Fólkatingsmaður.