Jens Hendrik Djurhuus

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Jens Hendrik Djurhuus (føddur 18. mars 1799 í Kollafirði, deyður 12. februar 1892) var føroyskur yrkjari, bóndi og politikari. Hann var sonur Jens Christian Djurhuus (1773–1853) og Jóhonnu Mariu Jensdóttir úr Kollafirði.

Jens Hendrik Djurhuus var giftur við Onnu Elisabeth Friderikku Olesdatter. Tey búðu við Sjógv í Kollafirði. Eins og faðirin yrkti hann kvæði burtur úr gomlum søgum. Sum politikari varð hann valdur í Løgtingið fyri Norðurstreymoy frá 1852 til 1855.

Útgivið[rætta | rætta wikitekst]

  • Gudbrands kvæði
  • Gøtuskeggjar

Keldutilfar[rætta | rætta wikitekst]