Jens Christian Evensen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jens Christian Evensen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 21. mai 1840 í/á Hvalba
Andaðist 27. jul 1904 í/á Q905259
Starv próvstur, lærari, politikari
Børn Andrias Christian Evensen
Dátuheiti
Commons Jens Christian Evensen

Jens Christian Evensen (føddur 21. mai 1840 í Hvalba, deyður 27. juli 1904) var ein føroyskur prestur og lærari.

Han tók exam. artium í 1860 og var cand.theol. frá 1869. Hann starvaðist fyrst sum lærari á realskúlanum í Tórshavn 18701871, og síðan sum prestur á Viðareiði 1871–1877, í Hvalba 1877–1885, á Nesi 1885–1900 (og var tá eisini Føroya próvstur) og í Bregninge og Bjergsted í Danmark 1901–1904. Evensen var sjálvskrivaður limur í Løgtinginum tíðarskeiðið, tá ið hann var próstur 1885–1900.

Han var faðir Andrias Christian Evensen.