Jump to content

Jens Olivur Lisberg

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Jens Oliver Lisberg)
Minnissteinur í Fámjin: Ungur fórt tú felagsbróðir - tú vart drongur aðalgóður

Jens Olivur Lisberg (føddur 24. desember 1896 í Fámjin og deyður 31. august 1920) var løgfrøðilesandi í Keypmannahavn, og gjørdist kendur eftir at hann saman við øðrum gjørdi Merkið. Hinir ið gjørdu føroyska flaggið vóru Emil Joensen úr Bø, Janus Øssursson úr Havn og Pauli Dahl úr Vági. Ninna Jacobsen, systir mótadesignaran Liffu Gregoriussen, seymaði síðan sjálvt flaggið eftir skitsu teirra.

Jens Oliver Lisberg gjørdist tann fyrsti, ið heysaði flaggið í Føroyum, tað hendi 22. juni 1919, tá hann var heima í summarfrí í heimbygdini Fámjin og heysaði flaggið eftir gudstænastuna í Fámjins kirkju fyri fyrstu ferð á føroyskari grund. Hetta var nokk tað ið gjørdi, at hann fekk størstu æruna av at hava gjørt Merkið, sjálvt um teir tríggir gjørdu tað í felag.

Lisberg doyði av lungnabruna í Fámjin hin 31. august 1920, áðrenn hann náddi at gera seg lidnan við lesnaðin í Danmark. Upprunaflaggið hongur inni í Fámjins kirkju.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið