Jump to content

Jan Rasmussen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Jan Rasmussen er ein føroyskur lækni, granskari, ph.d lesandi á Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, tónleikari, sangari og sangskrivari. Hann er útbúgvin sum lækni frá Københavns Universitet. Hann hevur granskað í CTD sjúkuni, ið er serliga vanlig í Føroyum.[1] Í mai 2012 varð ein grein um CTD í Føroyum almannakunngjørd í altjóða viðurkenda vísindaliga tíðarritinum Journal of inherited metabolic disease. Tað vóru Jan og Høgni Djurhuus, yvirlækni á Bráðdeplinum á Landssjúkrahúsinum, saman við starvsfeløgum í Keypmannahavn hava skrivað greinina, sum hevur heitið: ”Primary carnitine deficiency and pivalic acid exposure causing encephalopathy and fatal cardiac events”.[2]

Sum tónleikari hevur Jan serliga verið virkin í bólkinum Analog Norð, sum hevur útgivið eina fløgu í 2009 og væntandi gevur út aðru fløguni í 2014. Tónleikurin ið hann ger er elektroniskur popptónleikur. Hann ger tað mesta sjálvur, framleiðir, spælir og programmerar, men til konsertir hevur hann aðrar tónleikarar afturat sær.

Tónleikaútgávur

[rætta | rætta wikitekst]

Við Analog Norð

[rætta | rætta wikitekst]
  • Friendly Fire, 2009

Stakløg, útgivin á internetinum

[rætta | rætta wikitekst]
  • China Girl[3]
  • In Pieces
  • The High Road, feat. Alvilda
  • Raw
  • Old School
  • 2009 - Analog Norð varð tilnevndur Planet Awards 2009 í bólkinum Ársins nýggi bólkur/einstaklingur
  1. Kvf.fo, Vangamyndin: Jan Rasmussen, lækni og granskari
  2. gransking.fo, Læknar fingið grein um CTD í altjóða tíðarrit[deyð leinkja]
  3. Myspace.com

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]