Jón Fríðrik Kjølbro
Jón Fríðrik Kjølbro (føddur 2. juni 1967 í Føroyum) er ein føroyskur/danskur dómari, útbúgvin løgfrøðingur frá Københavns Universitet í 1992. Hann hevur starvast sum hægstarættardómari í Eystara Landsrætti í Danmark frá 1. apríl 2005. Eitt skifti starvaðist hann sum dómari í Føroya Rætti, tað var frá 1994 til 1996.[1] Í januar 2014 varð hann settur í starv sum mannarættindadómari við Altjóða Mannarættindadómstólin í Strasbourg. Tað eru 47 dómarar av hesum slagi, ein fyri hvørt land, ið hevur undirskrivað mannarættindasáttmálan. Tríggir dómarar vóru innstillaðir fyri Danmark, Jón Fríðrik varð valdur og skal vera í hesum starvi í nýggju ár og skuldi byrja í starvinum seinni á vári 2014. Hann gevur skrivað fleiri bøkur um mannarættindi.[2]
Familja
[rætta | rætta wikitekst]Bæði foreldrini hjá Jón Fríðrik eru føroysk. Mamman Alvdis, býr niðri, og pápin var Jógvan Kjølbro, sáli. Jón F. Kjølbro er giftur føroyskari konu – Guðrun, dóttir Judith og Osvald Kjærbo, sála, í Havn.[3]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ assembly.coe.int
- ↑ old.bibliotek.dk[deyð leinkja]
- ↑ "In.fo, Jón Kjølbro dómari í Strasbourg". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-06-12. https://web.archive.org/web/20180612143807/http://www.in.fo/news-detail/news/jon-kjoelbro-domari-i-strasbourg/. Heintað 2014-01-29.