Jólatræ

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Danskt jólatræ (Nordmannsgran) við livandi ljósum, heimagjørdum pynti og einum stjørnukastara, á jólum 2004. Í Føroyum er ikki so vanligt at nýta livandi ljós til jólatrøini, men heldur elektriskar ljósketur.

Eitt jólatræ er eitt granntræ, sum um jóltíð verður sett inn í stovuna í ein jólatræsfót, ið er gjørdur til endamálið, og síðan verður træið pyntað við jólastjørnum, jólahjørtum og øðrum jólatræspyntil.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Í 1500 og 1600 talinum byrjaðu týskir handverkarar at hava eina jólaveitslu, har teir settu eitt granntræ upp og prýddu tað. Børnini fingu tær gávurnar, sum hingu á trænum. Í 1605 skrivar ein ókendur, at í Suðurtýsklandi var vanligt at seta eitt granntræ upp inni i stovuni, prýða tað við pappírsrósum, súreplum og øðrum. Hesin siðurin breiddi seg um alt landið, og í Danmark verður hildið at fyrsta jólatræið var pyntað í 1808. Siðurin er komin til Føroya úr Danmark.