Jóhannes Enni
Jóhannes Enni er føddur á Tvøroyri 3. oktober 1927, gekk í barnaskúla har og tók preliminerprógv í 1944. Í tvey ár arbeiddi hann sum krambúðarsveinur, fór so á Jonstrup læraraskúlan í Danmark og leyk prógv har í 1950. Nýlærdur fekk hann starv við Tvøroyrar skúla og hevur verið lærari har síðani. Hann hevur umframt drúgt áramál verið fyristøðumaður fyri Tvøroyrar tekniska skúla og handilsskúla, hevur eisini staðið fyri Tvøroyrar kvøldskúla og verið lærari í føroyskum á Suðuroyar HF-skeiði. Eitt skifti var hann nevndarlimur í Føroya Lærarafelag og 1968-1975 í blaðstjórn Skúlablaðsins.
Jóhannes hevur evnað til undirvísingartilfar til serundirvísing og byrjanarundirvísing, hann hevur týtt fleiri barnabøkur, skrivað barnabókina "Piltarnir", 1972, sum eisini er komin á donskum, og hann hevur verið ein av oddamonnunum í føroyskum bókaútgávustarvi seinastu 10-15 árini sum nevndarlimur í Føroya skúlabókagrunni frá 1966 og sum formaður í Bókadeild Føroya Lærarafelags frá 1973.