Jóanes N. Dalsgaard

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Jóanes Napoleon Dalsgaard (føddur 31. januar í 1970 í Hoydølum) er ein føroyskur stjórnmálafrøðingur (cand.scient.pol.). Hann luttekur til tíðir í kjaksendingum ella úttalar seg um politisk viðurskifti í Føroyum í sendingum hjá Kringvarpinum, t.d. segði hann við Kringvarpið 29. oktober 2014, at landsstýrisfólk í mótvindi halda longri í Føroyum, enn í øðrum Norðurlondum.[1] Hann starvast sum fulltrúi í Heilsumálaráðnum.[2]

Útgivið[rætta | rætta wikitekst]

  • 2007 - Folkeafstemningen som beslutningsinstrument: Belyst i et demokratiteoretisk perspektiv. Institut for Statskundskab, Københavns Universitet. 105 síður

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Netvarp.fo
  2. Hmr.fo[deyð leinkja]