Ion Țiriac

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Ion Țiriac

Ion Ioan Țiriac (føddur 9. mai 1939 í Brașov) er ein rumenskur tennisleikari og vinnulívsmaður.

Í 2013 varð hann valdur í International Tennis Hall of Fame[1]. Hann verður eisini nevndur 'Count Dracula' av tí at hann varð føddur í Transylvania[2].

Í 1970 vann hann Roland Garros í tvímansleiki saman við Ilie Nastase. Teir vunnu á Arthur Ashe og Charlie Pasarell í finaluni 6–2, 6–4, 6–3[3].

Hann var forseti í Rumensku Olympisku Nevndini frá 1998 til 2004[4]. Hann hevur verið venjari fyri leikarar sum Goran Ivanišević[5][6], Marat Safin[5][7], Dinara Safina og Virginia Ruzici[5]. Hann var venjari hjá Boris Becker frá 1985 til 1994. Hetta tíðarskeiðið vann týski tennisleikarin fimm Grand Slam kappingar.[8]

Eftir at hann var givin sum tennisleikari og venjari, gjørdist hann vinnulívsmaður. Í 1990 stovnaði hann fyrsta privata bankan í Rumenia eftir kommunistatíðina, Banca Țiriac.[9] Í 2010 var hann ríkasti persónur í Rumenia,[10] og 937. ríkasti í heiminum.[11]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Drysdale, Pasarell, Tiriac inducted into Hall of Fame, atpworldtour.com, 2013-07-28
  2. Biofile with Ion Tiriac, thebiofile.com, 2010-05-13
  3. Roland Garros 1970 – Men's Doubles, atpworldtour.com
  4. Fosti presedinti, cosr.ro
  5. 5.0 5.1 5.2 About us: Who is Ion Tiriac, tiriacholdings.ro
  6. Capitalistul socialist: Ion Tiriac, jurnalul.ro, 2004-07-26
  7. Marat Safin will be missed when he retires from tennis, sportsillustrated.cnn.com, 2009-09-02
  8. Romania's famous tennis player Ion Tiriac included in the International Tennis Hall of Fame, romaniainsider.com, 2013-07-15
  9. Ион Тириак, peoples.ru
  10. TOP 300 Capital declares Ion Tiriac the richest man in Romania followed by businessmen Dinu Patriciu and Ioan Niculae, hotnews.ro, 2010-10-18
  11. Ion Tiriac, forbes.com