Https
Appearance
Https ein bronglað útgáva av http. Alt samskiftið, ið verður sent við hesi protokoll er dult (bronglað). T.v.s. at samskiftið kann ikki lesast av øðrum enn sendara og mótakara. Ásetingar fyri hesa protokol verður umsitin av W3C (World Wide Web Consortium)
Https varð tiltrongd í samband við gjald á alnetinum t.d. við netbanka, men verður nú brúkt í nærum øllum vev-samskifti á alnetinum. Hetta trygga samskiftið verður vanliga frámerk við einum heingilási framman fyri heimasíðubústaðin (URL'in).
