Hjálp:Verja

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

IP-adressu og nýliga upprættaðir brúkarar kunnu ikki rætta hesa grein

Bert umboðsstjórar kunnu rætta hesa grein.

Bert umboðsstjórar kunnu rætta hesa grein.

Tú kanst á summum síðum síggja hesar ikonir, ið verða vístar ovast høgrumegin síðuheitið. Eitt silvurlás vísir, at síðan er hálvvard, eitt gulllás vísir, at síðan er friðað so bert umboðsstjórar kunnu rætta hana. Eitt reytt lás vísir at ein fyrimynd er friðað.

Umboðsstjórar hjá Wikipedia kunnu verja ella friða síður, soleiðis at tær bert kunnu rættast av ávísum bólkum av brúkarum. Henda funktión skal bert nýtast undir serstøkum umstøðum, eftirsum verja av síðum verður hildið at vera skaðiligt.

Wikipedia er ein frí og opin alfrøði, har ið øll kunnu luttaka til tær allarflestu síðurnar. Tú ert nokk komin til hesa síðuna, orsakað av einari ávísing frá einari vardari síðu sum í løtuni ikki kann rættast. Vit biðja teg halda okkum til góðar, vit gera okkum ómak við bert at verja ella friða síður, tá ið vit halda tað vera absolut neyðugt. Ein verja ella friðing av einari síðu kann vera neyðug, um síðan t.d. ofta verður útsett fyri herverki.

Hálvvardar síður kunnu rættast av brúkarum, ið hava havt eina konto í minst fýra dagar og hava gjørt í minsta lagi 10 rættingar. Brúkarar, ið júst eru upprættaðir ella brúkarar, ið ikki hava upprættað eina konto og tí verða skrásettir við sínari IP-adressu, sleppa ikki at rætta hvørki hálvvardar ella friðaðar síður.

Tað verður skilt millum hálvvardar síður og friðaðar síður, tær kunnu verða vardar eitt ávíst tíðarskeið ella í óavmarkaða tíð. Friðaðar síður, altso fult vardar síður, kunnu bert rættast av umboðsstjórum.

Verja av fyrimyndum[rætta | rætta wikitekst]

Herverk ikki er einasta orsøk til, at ein síða verður vard, talan kann eisini vera um sera tøkiligar síður, t.d. modul ella fyrimyndir, ið eru avritaðar frá t.d. ensku Wikipediu, síður við kotum, har ið vælmeinandi men skeivar rættingar kunnu gera stóran skaða og kunnu raka fleiri hundrað ella 1000-tals síður, av tí at hesar síður ofta verða nýttar av fleiri øðrum síðum, seliga av fyrimyndum. Tað kann vera sera ringt at rætta feilin, tí hann kann vera gjørdur á einari av mongum síðum (fyrimynd ella modul-síðum).

Um tú vilt hava okkurt broytt í einari vardari fyrimynd, skriva so eini boð antin á kjaksíðuna hjá síðuni ella skriva eina Wikipedia:Áheitan um umboðsstjórahjálp. (Síðan er ikki upprættað enn).