Hildesheim

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Dómkirkjan, UNESCO heimsarvur.

Hildesheim er ein gamal býur í Norðurtýsklandi við ánna Innerste og hevur 103 804 íbúgvar (31.12.2016).[1] Býurin er 92,17 km² til víddar.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Fólk hevur búð har síðan um ár 700. Í meira enn 1100 ár hevur Hildesheim verið biskupssetur. Biskupssetrið hevur verið stovnað í 815. Tann fyrsta dómkirkjan varð bygd i 9. øld. Fram til 2009 eru nevndir 72 katólskir biskupar í Hildesheim. Hildesheim fekk keypstaðurrættindi í 1249 og gjørðist ein sera ríkur handilsstaður í miðøld. Um ár 1300 hevði Hildesheim umleið 5 000 íbúgvar, meira enn Berlin ella München. Í 1542 hendi siðaskifti í Hildesheim. Háskúlinn varð stovnaður í 1971.

Átrúnaður[rætta | rætta wikitekst]

Meira enn 38 % av fólkinum hoyrir til ta evangelisku-luthersku kirkjuna og umleið 28 % hoyrir til ta katólsku kirkjuna. Hildesheim er katólskt biskupssetur.

Áhugaverð støð[rætta | rætta wikitekst]

Knochenhauer-Amtshúsið (1527) við Torgið
  • Dómkirkjan varð bygd í 9. øld. Ein størri umbygging og víðkan varð gjørd í 10. og 12. øld. Síðan 1985 er dómkirkjan UNESCO heimsarvur.
  • Michaeliskirkjan varð bygd í árunum 1001-1033. Siðan 1985 er kirkjan UNESCO heimsarvur.
  • Ráðhúsið varð bygt í 1268. Ráðhúsið stendur við Torginu (Marktplatz).
  • Knochenhauer-Amtshaus, eitt stórt bindingsværkshús frá 1527, stendur eisini við Torgið.
  • Kehrwiedertornið (30 metrar), bygt í 13. øld, stendur við gøtuna Lappenberg.
  • Andreaskirkjan, bygd í 14. øld. Tornið (114,3 metrar) er tað hægsta kirkjutornið í Niedersachsen og varð ikki liðugt fyrr enn 1883.
  • Borgarmúrurin frá miðøld.
  • Krosskirkjan varð stovnað í 9. øld og heilt umbygd í 11. øld.
  • Viðarlundin Magdalenengarten er ein gomul viðarlund frá 1720-25 og liggur í miðbýnum. Viðarlundin hevur eisini eina vínbrekku. Tann gamli borgarmúrurin sæst.
  • Godehardskirkjan varð bygd í árunum 1133-1172.
  • Gomul hús frá miðøld, t.d. í gøtunum Lappenberg, Brühl, Hinterer Brühl, Gelber Stern, Keßlerstraße, Knollenstraße, Am Kehrwieder, Godehardsplatz. Við Godehardsplatz stendur t.d. Wernerhús frá 1616.
  • Borgin Steuerwald: Biskupur Heinrich II (1310-1318) læt borgina býggja í árunum 1310-13. Ein størri umbygging og víðkan varð gjørð í árunum 1319-31 og í 16. øld. Tornið (26 metrar) varð bygt í 1325. Bønhúsið (Magdalenenkapelle), vígd í 1310, er eisini sera áhugavert.
  • Mauritiuskirkjan varð vígd í 1068 og umbygd í 18. øld. Tornið varð bygt í 1765.
  • Borgin Marienburg: Biskup Heinrich III (1319-1331) læt borgin byggja í 1346 við ánna Innerste. Borgin stóð liðug í 1349. Millum annað er tornið (31 metrar) áhugavert.
  • Viðarlundin Ernst-Ehrlicher-Park er ein gomul viðarlund frá 19. øld og liggur í miðbýnum.
  • Lambertikirkjan varð bygd í árunum 1474-88.

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Archive copy". http://www.hildesheim.de/pics/verwaltung/1_1485164460/BEV_Bestand_31_12_2016.pdf. Heintað 2017-07-02.