Jump to content

Hilary Swank

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hilary Swank í 2015.

Hilary Ann Swank (fødd 30. juli 1974 í Lincoln, Nebraska) er amerikonsk sjónleikarinna.[1]

Hon byrjaði sína yrkisleið sum sjónleikari í 1992, tá hon spældi ein hjáleiklut í filminum 'Buffy the Vampire Slayer' og árið eftir í sjónvarpsrøðini 'Camp Wilder'. Gjøgnumbrotið kom longu í 1994 við sínum leikluti í filminum 'The Next Karate Kid'. Síðan tá hevur hon spælt nógvar leiklutir og hevur verið við bæði í filmum og sjónvarpsrøðum.

Gjøgnum árini hevur hon verið tilnevnd eitt ótal av heiðurslønum og virðislønum fyri sítt arbeiðið sum sjónleikari, Hon hevur vunnið fleiri, m.a. tvær Oscar-virðislønir og tvær Golden Globe-virðislønir fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklut. Í 2007 varð hon heiðrað við einari stjørnu á Walk of Fame í Hollywood.

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


  1. Hilary Swank, imdb.com