Jump to content

Heri Vestergaard

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Heri Vestergaard er fyrrverandi sterkasti maður í Føroyum. Sumbingurin Heri vann hendan heiður í okt. 2009. Hann vann í harðari kapping við Sámal J. Hansen. Níggju mans vóru við í kappingini (teir luttakandi vóru Sámal Johannes Hansen, Herman Hermansen, Gunnar Grækarisson, Bárður Poulsen, Finnur Poulsen, Jákup Petur Djurhuus, Torstein Madsen og Heri Vestergaard). Tað bleiv ikki avgjørt fyrr enn í seinastu kapping, at Heri hevði vunnið. Kappast var í seks ymiskum greinum.

Heri Vestergaard legði seg tíðliga á odda í kappingini, men tá ið komið var til seinastu kappingargreinina, hevði ein annar maður við røtum í Sumba, Sámal Johannes Hansen, lagt seg ájavnt við Hera Vestergaard í stigum. Seinasta kappingin var at halda tveimum bobbens uppfrá so leingi sum gjørligt, og greitt var, at tann av teimum báðum oddafiskunum, sum helt longst, fór at vinna samlaðu kappingina. Tað gjørdist so Heri Vestergaard, og tí kann sumbingurin rópa seg: Føroya sterkasta mann 2009.