Helsigás

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Brandgás
Branta bernicla bernicla - Brent Goose.jpg

Støða
Status iucn3.1 LC.svg
Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Aves
Røð: Anseriformes
Familja: Anatidae
Ætt: Branta
Slag: B. bernicla
Brent goose (Branta bernicla) taking off.jpg
Branta bernicla

Helsigásin (frøðiheiti - Branta bernicla) er til støddar nakað sum æða. Um høvur og háls er hon svørt; báðumegin á hálsinum er ein hvít tvørstrika - helsið, sum hon hevur navnið av. Omaná er hon dimmgrá; í neðra eru tær, sum higar koma, bleikar, mest hvítar. Nev og bein eru svørt. Hon eigur einans í kaldastu londum, sum Norðurgrønlandi, Svalbarði og norðuroddum av Siberia. Higar koma tær stundum um heystið. Tær halda seg tá mest á sjónum; men stundum koma tær á land, og kunna tá leggjast upp í heimagæs ella dunnur og gerast so spakar, at tær eta korn, sum blakað verður teimum. Men verður skot loyst nær hjá, so rýma tær og síggjast ikki aftur. Tamd helsigás verður sera fólkaalskin.[1]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið