Jump to content

Heimadýr

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Vanligastu heimadýrini eru ketta og hundur.

Heimadýr eru spøk dýr, sum vit hava at stytta okkum stundir við. Menniskjur aldu fyrstu dýrini fyri uml. 12.000 árum síðan at fáa kjøt og mjólk, men heimadýr hava vit bara havt í eini 4-5000 ár. Um 2000 f.Kr. tamdu egyptarnir bæði kettur og hyenur. Teir tamdu leyvur og høvdu tær sum heimadýr. Vanligastu heimadýrini eru nú hundur og ketta. Súgdýr eru ófør at hava sum heimadýr. Tey eru alskin og trúgv. Serliga virðismikil heimadýr verða ald, tí undan teimum fæst tað besta slagið. Næstan øll dýr kunnu vera heimadýr, eru tey í búri, men tey óvanligu heimadýrini mugu hava serliga røkt, og tann, ið eigur, má vita, hvussu ið hesi dýr liva vill. Ofta krevst serligt loyvi at hava tey.

Kanariufuglar eru vældámd heimadýr, tí teir láta so fagurliga. Pappageykar, beostarar og aðrir búrfuglar kunnu læra at herma eftir fólki. Ein afrikanskur gráur pappageykur var tann fuglur í heiminum, ið best dugdi at herma, han dugdi fleiri enn 800 orð. [1]

  1. http://www.peteducation.com/article.cfm?c=15+1840&aid=2268
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið