Heilivágsídnaður
Heilivágsídnaðurin er ein ógvuliga stór ídnaðargrein.[1] Hann verður roknaður sum evnafrøðiligur ídnaður, tí at heilivágur verður gjørdur úr evnafrøðiligum tilfari. Sjálv framleiðslan av tablettum og flótandi medisini er í grundini ein lítil partur av heilivágsídnaðinum. Størsta arbeiðið liggur í gransking og menning.[2] Fyritøkurnar nýta ómetaliga nógvar pengar at finna nýggj sløg av heilivági, sum kunnu brúkast fyri ymiskar sjúkur, og sum kunnu geva fyritøkunum stóran vinning. Men gransking og menning av heilivági tekur langa tíð. Ofta kemur als einki burturúr. Tað tekur eisini langa tíð, áðrenn myndugleikarnir góðkenna eitt nýtt slag av heilivági. Kanningar og eftirlit í nógv ár skulu til, áðrenn heilivágurin kann verða seldur á einum apoteki. Heilivágsídnaður er fyrst og fremst at finna í Vesturevropa og í USA. Meginparturin av tí heilivági, sum verður mentur og framleiddur, fer til fólk í teimum ríku londunum. Í Evropa og USA er nóg mikið av peningi at gjalda fyri allan heilivágin, sum verður keyptur við tí endamáli, at fólk skulu verða lekt. Í fátæku londunum eru ikki altíð pengar til heilivág.[3]
Í 27. øld f.Kr. mentu kinesarar kannabis (“ma”) til heilivág og urtabrúk.[4][5] Kannabis er eitt evni ið enn verða brúkt til heilivág, m.a. í USA[6][7][8], Norra[9][10], Ísrael[11][12].
Kelduávísingar
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ http://www.minnpost.com/second-opinion/2012/08/big-pharmas-claim-innovation-crisis-myth-bmj-authors-say
- ↑ http://www.outsourcing-pharma.com/Clinical-Development/Pfizer-teams-with-Parexel-and-Icon-in-CRO-sector-s-latest-strategic-deals
- ↑ http://www.medicinenet.com/script/main/art.asp?articlekey=18892
- ↑ http://www.cbsnews.com/news/marijuana-how-one-plant-spread-throughout-the-world/
- ↑ https://snl.no/cannabis
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-11-22. https://web.archive.org/web/20151122221217/http://www.cdph.ca.gov/programs/MMP/Pages/default.aspx. Heintað 2014-11-07.
- ↑ http://www.aftenposten.no/nyheter/uriks/Kjemper-for-a-selge-lovlig-cannabis-6933247.html
- ↑ http://www.cnn.com/2014/07/07/health/new-york-medical-marijuana/
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-09-10. https://web.archive.org/web/20150910061516/http://www.pressan.is/Frettir/Lesa_Erlent/kannabislyf-fyrir-ms-sjuklinga-leyft-i-noregi-linar-thjaningar-og-verki---skodad-her-ef-sott-verdur-um?pressandate=20120223. Heintað 2014-11-21.
- ↑ http://www.vg.no/forbruker/helse/helse-og-medisin/cannabisspray-lovlig-i-norge/a/10046167/
- ↑ http://aktuelt.fo/hamp+holocaust.html[deyð leinkja]
- ↑ http://www.cnbc.com/id/101607540