Heath Ledger

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Heath Ledger (1979 - 2008)

Heath Ledger (føddur 4. apríl 1979, deyður 22. januar 2008) var ein avstralskur skuespælari úr Perth. Heath Ledger var 28 ára gamal, tá hann doyði. Ledger er kendur frá fleiri filmum, sum til dømis A Knight's Tale, men kanska mest fyri leiklut sín í filminum Brokeback Mountain í 2005, sum hann varð innstillaður til eina Oscar virðisløn fyri, ið hann kortini ikki vann. Seinasti leiklutur hansara varð í filminum I'm Not There, sum er um Bob Dylan. Eisini skuldi hann hava leikutin sum The Joker í Batman filminum, nevndur The Dark Knight. Heath Ledger var ættaður úr Perth í Avstralia, men búsettur í New York. Hann átti eina dóttir saman við fyrrverandi trúlovaðu síni Michelle Williams.

Ledger varð funnin lívleysur í íbúð sínari í Manhattan, New York City í januar 2008, og sovipillarar vórðu eisini funnir, so løgreglan hevur illgruna um ovurtøku av soviheilivági sum deyðsorsøk.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið