Jump to content

Havnar Kirkja

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Dómkirkjan í Havn

Havnar kirkja ella dómkirkjan er næstelsta kirkjan í Føroyum. Hon varð bygd í 1788 á Bryggjubakka í Havn og varð vígd 3. sunnudag í advent sama árið.[1] Ein størri umbygging og víðkan varð gjørd í 1865, og fekk hon tá størri vindeygu, skifertak og tað høga sermerkta klokkutornið. Kirkjan varð vígd av nýggjum í 1865.

í 1990 vórðu Føroyar skildar burtur úr Keypmannahavnar biskupsdømi og gjørdar til egið stift, og Havnar kirkja gjørdist dómkirkja.[2] Uni Næs hevur verið dómpróstur síðan 2010[3] og Jógvan Fríðriksson Føroya biskupur síðan 2007.[4]

Forsøga kirkjunnar er heldur fløkt. Eftir øllum at døma var eingin kirkja i Havn í miðøldini, í mesta lagi eitt 'bønhús'. Hildið hevur verið, at havnarfólk hildu gudstænastur sínar í Munkastovuni úti á Reyni. 22. juni 1609 gevur Chr. Kongur IV lensmanninum á Bergenshus boð um at senda tilfar til kirkjubygging. Kirkjan verður bygd úti á Reyni og stendur longu liðug við árslok 1609. Um hetta mundið búðu umleið 100 fólk í Havn. Rasmus Jørgen Winther verður prestur í Havn í 1780, og í 1782 tekur hann stig til at byggja nýggja kirkju. Av roknskaparbókunum framgongur tíverri ikki, hvørjir ið gjørdu arbeiðið, men fyristøðumaður hevur uttan iva verið tann tiltikni Johannes Poulsen, timburmaður, sum búði í Havn. Kirkjan varð ikki liðug fyrr enn í 1788. Kirkjan úti á Reyni varð síðan tikin niður og í 1789 seld á uppboði. Sumt av innbúgvinum varð flutt í nýggju kirkjuna, og sumt varð selt til aðrar kirkjur í Føroyum. Tá tann nýggja kirkjan varð bygd í 1788, var Havnarbýur ikki størri enn so, at kirkjan tá varð bygd 'nordenfor Byen' - har hon enn stendur aftaná umfatandi umbygging. Tíverri eru ongar frágreiðingar um hesa kirkju, men nakrar fáar tekningar siga okkum, at hon varð smíðað nakað sum gomlu bygdakirkjur okkara, bara nógv størri, bert 3 1/2 alin styttri enn tann, sum nú stendur. Í 1788 búðu umleið 600 fólk í Tórshavnar sókn og í 1865 umleið 900. Í 1865 varð kirkjan heilt umbygd. Fyristøðumaður var íslendingurin Guðmundur Sigurðsson, Tórshavn, vanliga nevndur Sivertsen. Ein tilbygningur varð gjørdur á eystursíðuni, 3 1/2 alin til longdar og 12 alin breiður. Hetta er innvikið í kórinum, har ið altarið nú stendur. Í 1935 varð aftur bygt 4,05 x 6,99 m stórt rúm uppí eystureftir, tí at kirkjan tá fekk hitaverk, kolovn, og farnristir vórðu settar í eysturveggin hvørjumegin altartalvuna. Kirkjan varð aftur longd í 1968, tá kontór og onnur rúm vórðu bygd uppí kórið. Í skipinum eru 44 beinkir og uppi á pulpiturinum eru 14.

Altartalvan

[rætta | rætta wikitekst]
Altartalvan

Á norðurbróstinum hongur altartalvan, ið er frá 1647. Myndin er Hin Heilaga Kvøldmáltíðin, málað við djúpum, reinum litum beinleiðis á træið, 100 x 100 cm stór. Á talvuni stendur skrivað:

Gud Allermechtigste Hans Hellige Ord och Sacramenter Till Ere och denne Steed til Zirat haffuer Hans Sevrensen fordum Kiøbmand her paa Ferøe foraerit denne Altertaffle til Torßhaffns Kiercke 1647

Mett verður, at málningurin er málaður eftir koparprenti av málningi, ið Peter Candid, sum var hovmálari hjá Wilhelm V í München, málaði til fransiskanarakleystrið har í 1616. Ramman er frá sama tíðarskeiði, ein renessansuramma, útskorin og málað. Í 1961 var altartalvan umvæld av Ernst og Holmer Trier, Vallekilde í samarbeiði við Fraser Eysturoy.

Norska løvu klokkan

[rætta | rætta wikitekst]

Klokkan sigst vera komin í kirkjuna í 1708 og er komin av skipinum Norsku Løvu, sum fórst í Lambavík nýggjársaftan 1707. Klokkan er prýdd við palmettum, og á einum stað er henda innskriftin: 'Danscke Ostindische Compagnies Scheb Nordische Lowe 1704'. Hæddin er 30 cm, tvørmát á slagringi uttan er 41,5 cm.

Klokkuspælið

[rætta | rætta wikitekst]

Í 1952 var klokkuspælið enn í gerð á De Smithske Jernstøberier í Ålborg, Danmark. Klokkuspælið hevði 9 klokkur og ætlanin var, at tað skuldi spæla Tíðin rennur eftir J. Waagstein. Nú á døgum byrjar klokkan at sláa kl. 8 á morgni og slær dagsins seinasta slag kl. 23. Kl. 9, 12, 15, 18 og 20 spælir klokkan umframt tímasløgini eitt lag - kl. 12 er lagið nettupp Tíðin rennur.

  • Wind, Tage: Joen Waagstein - Liv og Virke. Gyldendal 1952.
  1. Kirkjur, folkakirkjan.fo
  2. Um folkakirkjuna, folkakirkjan.fo
  3. Uni Næs, folkakirkjan.fo
  4. Føroya biskupur, folkakirkjan.fo

Útvortis ávísing

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið