Harry Potter og arvalutir Deyðans

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Harry Potter og arvalutir Deyðans er ein bók hjá Joanne "Jo" Rowling. Harry Potter og arvalutir Deyðans kom út 21. juli 2007 í Bretlandi ein minutt eftir midnátt. Bókhandlar og fjepparar í Bretlandi og aðrastaðni gjørdu nógv burturúr. Beinanvegin sló bókin øll sølumet, eftir nøkrum døgum var hon seld í 2,7 mió eintøkum í Bretlandi og 8,3 mió eintøkum í Amerika. Bókin verður týdd til 93 mál. Harry Potter og arvalutir Deyðans kom út á føroyskum í 2007. Bókin er 679 bls. og innbundin.

Bókin Harry Potter og arvalutir Deyðans er seinasta bók í røðini um Harry Potter. Tá ið sætta bókin Harry Potter og Hálvblóðsprinsurin kom út í 2005 var greitt, at komandi bókin skuldi gerast tann seinasta. Í sjeyndu og seinastu bókini, Harry Potter og arvalutir Deyðans, svarar J.K. Rowling hegnisliga teimum mongu spurningunum, ið nógv hava bíðað spent eftir. Vit sleppa at lesa um endaligu uppgerðina millum Harry Potter og ónda gandakallin Voldemort.

Sjeynda og seinasta árið hjá Harry Potter á Hogwarts. Hann hevur nú fingið ta døpru, hættisligu og eftir øllum at døma ógjørligu uppgávu at skula finna og beina fyri seinasta horcruxunum hjá Voldemort. Ongantíð áður hevur hann kent seg so einsmallan, ongantíð hevur lagnan kenst so tung. Men Harry noyðist onkursvegna at finna ta styrki inni í sær sjálvum, sum krevst fyri at fullføra uppgávuna, honum er litin í hendi. Hann má fara úr fjálgu Kaninholuni og óttaleysur, uttan at ivast, má hann ganga miskunnarleysu gøtuna, sum honum er ætlað at fara.