Haraldur
Av norrønum Haraldr, sett saman av liðunum Har-, síðusnið uttan i-umljóð av Her-, av navnorðinum herr 'herur', frumnorrønt *harja-, og -aldr, síðusnið av -valdr 'valdsharri'. Fýra norskir miðaldarkongar itu Haraldur, m.a. Haraldur Hárfagri (um 860-um 940, kongur um 890-930), sum savnaði Noreg í eitt ríki, og Haraldur Gráfeldur (um 935-um 970, kongur frá um 961). Og tríggir danskir kongar hava itið Haraldur, teirra millum Haraldur Blátonn (d. fyri 998, kongur um 950-985), sum eitt skifti eisini hevði valdið í Noregi, men misti tað aftur eftir orrustuna í Hjørungavági í 986. Í Føroyingasøgu er Haraldur Jarnheysur víkingahøvdingur, sum Sigmundur Brestisson sættir við Hákun jall, og hann er við Sigmundi á fyrstu ferð hansara aftur til Føroya úr Noregi.