Hannover 96


Hannover 96 er eitt fótbóltsfelag úr týska býinum Hannover. Hannover er høvuðsstaður í stakríkinum Niedersachsen. Felagið varð stovnað í 1896 og er vaksið til næstan 23.000 limir. Tað er í dag størsta felagið í Niedersachsen.[1]
Í 2018/19 sesongini spældi besta liðið hjá Hannover 96 í týsku meistaradeildini, Bundesliga. Liðið flutti tó niður í næstbestu deildini og spælir nú í 2. Fußball-Bundesliga. Liðið spælir heimadystirnir á HDI-Arena, fyrrverandi Niedersachsenstadion.
Heiður[rætta | rætta wikitekst]
Felagið hevur vunnið týska meistaraheitið tvær ferðir, í 1936 og 1954. Vinnarin í týsku steypakappingini gjørdist felagið Í 1992.
Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]
- Almenna heimasíða, hannover96.de