Hadsund

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Skjøldur Kort
Skjøldur hjá Hadsund
Kort yvir Norðurjútland, sum vísir hvar Hadsund liggur
Grunddáta
Land: Danmark Danmark
Vídd: 4,89 km²
Íbúgvar: 5003[1]
fyri km²: 4,89 km²
Mál: Danskt
Tíðarzona: UTC +1
Heimasíða: www.hadsundby.dk

Hadsund er ein býur í Himmerland í Norðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 5003 íbúgvar (2018), fólkatalið er 5.383 um Hadsund Suður verður talt við. Býurin er partur av Mariagerfjord Kommunu og liggur við Mariagerfjørðin. Býurin vaks upp framvið tí gamla landsvegnum millum Aalborg og Hobro og er ein miðdepil fyri ferðasamband millum Krúnjútland og Himmerland. Frástøðan yvir Mariagerfjørðin er relativst stutt við Hadsund, og hetta førdi til, at Hadsundbrúgvin varð bygd. Hadsund hevur fyrr verið ein býur við egnari tokstøð, og er í dag ein handils- og ídnaðarmiðdepil í Himmerland. Hadsund liggur í eystara parti av Mariagerfjord Kommunu og hoyrir til Región Norðurjútland. Til 2007 var Hadsund høvuðsbýur í tí nú fyrrverandi kommununi Hadsund Kommunu. Býurin er tann næststørsti í Mariagerfjord kommunu, næst eftir Hobro. Sunnanfyri Mariagerfjørðin, umleið 250 m frá Hadsund, liggur Hadsund Suður, sum verður sæð sum ein sjálvstøðugt býarøki við umleið 500 íbúgvum.

Inngongdin til Hadsund Butikscenter, sum er tað einasta innandura keypsmiðstøð í Himmerland.

Í Hadsund eru fleiri útbúgvingarstovnar, eitt nú Tech College Mariagerfjord, VUC Hadsund, Hadsund Skole og Hadsund Produktionsskole. Býurin hevur eitt størri úrval av matvøruhandlum og serhandlum. Í býnum er eisini tann einasta yvirdekkaða handilsmiðstøðin í Himmerland, nevniliga Hadsund Butikscenter.

Hadsund Huse er ein býarpartur í Hadsund, sum liggur í ein útnyrðing brint uttanfyri miðbýin. Býarparturin er eitt autorisað staðarnavn, har búgva umleið 800 fólk. Í Hadsund Huse eru 275 bústaðir, harav eru 74 raðhús, 8 bústaðarblokkar í trimum hæddum og 93 sethús. Hadsund Huse er blivið til umleið 1855, sum eitt nýtt bústaðarøki við fýra húsum framvið og vestanfyri táverandi landsvegin móti Aalborg. Endingin -huse benda á, at talan var um hús hjá smábóndum. Síðan 1970-árini er økið vaksið við nógvum nýggjum sethúsum.

Hadsund miðbýur[rætta | rætta wikitekst]

Hadsund Centrum (Miðbýur) er víst við ljósareyðum.

Hadsund Centrum er økið kring Hadsund kirkju – ið er miðdepil fyri allan miðbýin - og gongugøtan Storegade, ið liggur í vestara parti av miðbýnum. Hadsund Centrum er tann elsti parturin av Hadsund. Har eru tríggir stórir vegir: Alsvej, Himmerlandsgade og Storegade.

Handilsgøturnar í miðbýnum umframt gongugøtuna eru Vestergade, Østergade, Nørregade, Mejerigade, Jernbanegade og Brogade, ið allar eru vanligir ferðsluvegir við gongubreytum. Býurin hevur fýra torg/pláss ið øll eru sera ymisk. "Torvet", ið frá gamlari tíð er handilstorgið í býnum, er í dag ein partur av sjálvari gongugøtuni. "Handilsmiðstøðin" liggur í bygningunum hjá Johan & Axel Hornbechs súltutoysverksmiðju, ið vóru bygdir í 1898. Handilsmiðstøðing er nærmast ein yvirdekkað arkada í tveimum hæddum. Tað triðja torgið, "Midtpunkt", er frá 1970'unum; tað er uppá tal at gera eitt opið pláss við einum sentralum parkeringsøki og handlum. Tað fjórða torgið, "Bankpladsen", er eitt av teimum gomlu brúgvasteinsløgdu torgunum í býnum; navnið kemst av at Hadsund Bankin liggur har.[2]

Storegade sæð úr norði.

Storegade er ein av elstu gøtunum í Hadsund og er frá áðrenn 1800. Storegade var eisini høvuðsvegur Hadsunds (frá Hobro til Aalborg) líka til 1970-árini, tá ið Himmerlandsgade gjørdist høvuðsvegur í staðin. Storegade varð tó ikki løgd við brúgvasteinum fyrr enn í 1950'unum og seinni varð hon asfalterað. Í 1990 varð Storegade vígd sum gongugøta, asfaltið varð tikið av og gongubreytin varð tikið burtur, og øll gøtan varð løgd við flisum. Í báðum síðum av gøtuni eru veitir, har vatnið kann renna til endan av gongugøtuni. Í norðara enda á gongugøtuni liggur handilsmiðdepilin Hadsund Butikscenter. Tað er innrættað í 2 hæddum, ið eru bundnar saman við einari rullutrappu, og fevnir um 17 handlar og 2 supermarknaðir.[3]

Gongdin í fólkatalinum[rætta | rætta wikitekst]

Ár Tal av bústøðum Tal av íbúgvum Frá/til
1787 8 41 -
1801 7 42 +1
1834 7 31 -11
1840 49 +18
1860 170 +121
1870 270 +100
1880 390 +120
1890 110 701 +311
1901 976 +275
1906 1.061 +85
1911 1.533 +472
1916 1.822 +289
1921 376 1.971 +149
1925 2.280 +309
1930 2.415 +444
1935 2.736 +321
1940 2.846 +110
1945 3.058 +212
1950 3.504 +446
1955 1.175 3.484 -20
1960 3.424 -60
1965 3.707 +283
1986 4.000 +293
1997 5.103 +1.103
2006 5.526 +423
2011 5.519 -7
2012 5.457 -62
2013 2.593 5.383 -74

Kend fólk úr Hadsund[rætta | rætta wikitekst]

Bøkur[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. statistikbanken.dk
  2. [Lokalplan "Facader og skilte i Hadsund" 25. januar 2001. S. 6]
  3. Heimasíðan hjá Handilsmiðdeplinum Hadsund Butikscenter
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið