Haarlem
Appearance
Flagg | |
---|---|
Grunddáta | |
Land: | Niðurlond |
Vídd: | 32,09 km² |
Íbúgvar (2013): | 155 000 |
fyri km²: | 5 305/km² |
Tíðarzona: | UTC +1 |
Heimasíða: | haarlem.nl |
Haarlem er ein býur og ein kommuna í Niðurlondum.
Haarlem liggur við Spaarne-ánna. Býurin varð mest sannlíkt stovnaður í 900-talinum og fekk keypstaðarrættindi í 1245.
Í býnum er eitt nú tað elsta almenna forngripasavnið í Niðurlondum, Teylers-savnið. Býurin er eisini kendur fyri Sankta Bavo Kirkjuna (Sint-Bavokerk) og Frans Hals Savnið, sum er eitt savn fyri list frá tí niðurlendska gullaldrinum.
Haarlem jarnbreytastøðin er tann elsti bygningurin av jarnbreytabygningum í Niðurlondum.
Sunnanfyri býin liggur heimsins størsta blómupark, Keukenhof.
Annað
[rætta | rætta wikitekst]Býarparturin Harlem í New York er uppkallaður eftir hesum niðurlendska býnum.