Guttormur Absalonsen
Appearance
| Guttormur Absalonsen | |
|---|---|
| er eitt | menniskja |
| Fødd(ur) | 26. des 1798 í/á Viðareiði |
| Andaðist | 17. jun 1857 |
| Starv | politikari, bóndi |
| Dátuheiti | |
Guttormur Absalonsen (26. desember 1798 - 17. juni 1857) føddur á Viðareiði, sonur Malenu Guttormsdatter, Hvannasundi, og Absalon Joensen, Viðareiði. Tingmaður fyri Norðoya valdømi í tíðarskeiðnum 1852-1855, arbeiddi annars sum bóndi í Útistovu á Trøllanesi. Guttormur Absalonsen var faðir at Absalon Guttormsen, ið eisini var bóndi og tingmaður.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]Løgtingið 150 - Hátíðarrit, Løgtingið Tórshavn 2002, Bind 2 s. 256. (PDF-Download Archived 2012-07-17 at the Wayback Machine)