Gunnar Zachariasen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Gunnar Zachariasen í 2012.

Gunnar Zachariasen (føddur 22. januar 1992 - deyður 25. september 2014) var ein føroyskur fótbóltsleikari, miðvallari, sum spældi fyri EB/Streym í 2013-14 og fyri U21 landsliðið hjá Føroyum. Áður spældi hann við U19 landsliðnum hjá Føroyum.

Lívsleið innan fótbólt[rætta | rætta wikitekst]

Landsliðsmál fyri U21 landsliðið[rætta | rætta wikitekst]

Hin 7. juni 2013 spældi Gunnar landsdyst fyri U21 landsliðið hjá Føroyum móti Rumenia. Hann skoraði mál fyri Føroyar eftir 29 minuttir.

Fótbóltsfeløg[rætta | rætta wikitekst]

Andaðist í arbeiðsvanlukku[rætta | rætta wikitekst]

Gunnar Zachariasen arbeiddi í lastini umborð á einum grønlendskum skipi, sum var fyrrverandi Skálaberg. Har hendi ein arbeiðsvanlukka undir lossing. Teir høvdu hálað ein platt fullan av frystum fiski heilt upp úr lastini, tá platturin knappliga brotnaði, og eskjurnar raplaðu niður í lastina aftur. Gunnar stóð beint undir plattinum og fekk eskjurnar omanyvir seg.[1] Hann doyði á staðnum.[2]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "in.fo - 22 ára gamal doyði av arbeiðsvanlukku". http://www.in.fo/news-detail/news/22-ara-gamal-doydi-av-arbeidsvanlukku/. Heintað 2014-09-25. 
  2. "Aktuelt.fo - Vit hava mist okkara besta leikara". http://aktuelt.fo/vit+hava+mist+okkara+besta+leikara.html. Heintað 2014-09-25. 

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]