Gunilla Bergström

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Gunilla Bergström 01.JPG

Gunilla Elisabet Dukure Bergström (fødd 3. juli 1942, deyð 25. august 2021[1]) var svenskur barnabókahøvundur.

Hon hevur útbúgving sum journalistur, men gjørdist rithøvundur burturav í 1975. Hon hevur skrivað fleiri enn 30 bøkur, kendastu eru tær um Álv Ákason, sum hon sjálv myndprýðir.

Fyrsta bókin hjá Gunillu Bergström kom út í 1971 og eitur "Mias pappa flytter"; fyrsta bókin um Álv Ákason kom út í 1972, og eitur "Góða nátt, Álvur". Bøkurnar um Álv Ákason eru klassikarar í svenskum barnabókum. Umframt bøkur finst hann eisini sum sjónvarpsrøð, barnasjónleikur og fløga.


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. «Gunilla Bergström är död – Alfons skapare blev 79 år», Expressen, besøkt 26.08.2021