Jump to content

Grímsfjall

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Grímsfjall, sæð frá Hvalbiareiðinum.

Grímsfjall er fjall í Suðuroynni. Fjallið er 327 metrar høgt.[1] Grímsfjall er á vestursíðuni av Suðuroynni vestanfyri bygdina Hvalba. Grímsfjall er millum bæði eiðini í Hvalba: Hvalbiareiði, sum er tað syðra og eisini verður rópt Fiskieiði og Norðbergseiði, sum er tað norðara eiði og sum eisini verður rópt Á Drátti. Grímsfjall er valla á eystursíðuni, sum vendir móti Hvalba men høgt berg móti vestri, sum vendir út móti Norður Atlantshavinum.

  1. Tinganes.fo

Útvortis ávísingar

[rætta | rætta wikitekst]