Jump to content

Grav

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Upprunaliga loddið frá 1793, sum vigar 1 grav, á NIST-savninum.

Tá fransmenn arbeiddu við at gera metrisku eindarskipanina umleið 1790, arbeiddu teir við ein vekteind, nevnd grav (grave), symbolið er gv[1], sum varð definerað sum massin (ella vektin, sum teir brúktu tá) av einum litri av reinum vatni. (Søguligu keldurnar á ensku og fronsku wikipedia eru ikki samdar um, hvønn temperatur vatnið skuldi hava).

Eindin grav varð definerað í 1793, men longu í 1795 varð nýggj eind definerað, nevniliga 1 g = 1/1000 gv. Og í 1799 varð 1 g umdefinerað sum massin av 1 ml av reinum vatni við 4 °C (tá vatnið hevur størstan densitet).

1 gv er altso tað sama sum 1 kg.

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
  1. "Grave". http://conversion.org/mass/grave/. Heintað 2021-07-03.