Granskaraútbúgving
Ph.d. er granskaraútbúgving, sum tekur trý ár og endar við verju av ritgerð um evni, sum er viðgjørt tey trý árini útbúgvingin er. Tað kann eisin ivera talan um eina 4 ára útbúgving, tá er kandidatparturin við í ph.d.-partinum. Ph.d. er stytting fyri philosophiae doctor (tað er doktari í heimspeki). Hetta er vanliga ein 3 ára granskaraútbúgving, sum í dag er kravd fyri at kunna fáa starv sum t.d. granskari á universitetum og granskingarstovnum. Eisini fleiri virkir, serliga tey sum arbeiða við menning av nýggjum vørum og tænastum, seta fólk við ph.d.-útbúgving í starv. Fólk verða vanliga sett í eitt 3 ára starv hjá einum universiteti, einum sektorgranskingarstovni ella á einum virki og innskrivað til lestur við eitt universitet. Tað ber til at søkja um at verða innskrivað(ur) til ph.d.lestur á Fróðskaparsetrinum. Mett verður, at tað eru eini 25 fólk í Føroyum í løtuni, sum eru í gongd við ph.d.útbúgving og líka nógvir føroyingar í gongd uttanlands eisini. Í sambandi við umsóknir um stuðul og annað, verður hetta 3 ára skeiðið og arbeiðið vanliga kalla ein ph.d.-verkætlan ella ein granskaraútbúgving.