Grøn balance
Grøn Balance bleiv grundlagt við tí sjónarmiðinum at vistfrøði og gerandisvørur uttan skaðilig evnir skulu vera fyri øll.
Grundarlag
[rætta | rætta wikitekst]Grøn Balance er eitt danskt vørumerki, ið bjóðar gerandisvørur, eitt nú matvørur, reingerðarvørur og vørur til persónliga røkt. Matvørurnar eru allar vistfrøðiligar. Vørurnar til røkt og reingerð eru allar mentar í samstarvi við Astma-Allergi Danmark og hava Svanamerkið ella tað grøna vistfrøðimerkið hjá ES Archived 2022-09-03 at the Wayback Machine.
Seinasta málið er at bjóða so nógv veganskar vørur sum gjørligt.
Grøn Balance í Føroyum
[rætta | rætta wikitekst]Tað hevur leingi verið ynski hjá føroyingum at hava fleiri gerandisvørur uttan skaðilig evnir á hyllunum í Føroyum. Í 2018 byrjaði Grøn Balance eitt átak fyri at fáa fleiri vistfrøðiligar og svanamerktar vørur á hyllarnar í Føroyum til gerandiskostna.