Grækarismessuhald
Grækarismessuhald er hátíðarhald á grækarismessu, 12. mars, við røðum og tónleiki, har tjaldrið og várið verða fagnað. Siðurin at halda grækarismessu, ella tjaldursdagin, er ikki gamal. Siður hevði tikið seg upp millum Sigmund Brestissonar skótarnar í Havn í 1930 árunum. [1]. Skótarnir møttust at fagna fuglunum og høvdu bál í Varðaholuni í Havn.
Fyrsta almenna Grækarismessuhald vit vita um, var í Havn í 1943, tá Sverri Patursson helt røðu. Sverri hevði heitt á SSB skótarnar í Havn um at skipað fyri og hava skótarnir síðan skipað fyri Grækarismessuhaldinum í Havn á hvørjum ári.
Grækarismessurøða
[rætta | rætta wikitekst]Grækarismessurøða er røða, ið verður hildin til grækarismessuhald. Grækarismessurøður eru vanliga at síggja í føroyskum bløðum dagarnar eftir grækarismessu.
Kelda
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ portal.fo - Grækarismessurøða 2016 á Vaglinum leygardagin 12. mars 2016. Grækarismessurøðan hjá Marius Rein, 2016
Grækarismessurøðan hjá Anniku W. Joensen, 2003