Gongurólvur 6-mannafar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Gongurólvur

Gongurólvur er eitt føroyskt 6-mannafar, sum hoyrir til Havnar róðrafelag. Báturin er hvítur við bláum stokkum og drekastevnið, eins og allir hinir bátanar hjá Havnar Róðrafelag.

Gongurólvur er ein av teimum mest vinnandi 6-mannaførunum, í føroyskum kappróðri. góngurólvur hevur verið føroyameistari tilsamans 15 ferðir, 9 ferð hjá kvinnum og 6 ferð hjá monnum. Báturin gjørdist føroyameistari hjá 6-mannaførum við monnum í 1981, 1982, 1983, 1984, 1996 og í 2005 og gjørdist føroyameistari hjá 6-mannaførum við kvinnum, í 1984, 1985, 1988, 1994, 1995, 2003, 2009 og í 2011.