Golden Gate brúgvin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Innsiglingin til San Francisco við Golden Gate brúnni. Kenda brúgvin læt upp í 1937.

Golden Gate brúgvin er ein heingibrúgv um Golden Gate sundið í San Francisco, Kalifornia. Heingibrúgvin er 2737 m long og er hon ein tann longsta í heiminum.

Brúgvin varð liðug í apríl 1937 og kostaði $27 mill. Brúgvin er 2737,4 m long og 27,4 m breið, hevur seks koyribreytir og tvær gongubreytir. Siglast kann undir brúnni.

Stálveirar eru festir í brúgvartornini, sum bera brúnna.

Golden Gate brúgvin í 2015.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið