Gianni Infantino

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Gianni Infantino í 2020.

Gianni Vincenzo Infantino (føddur 23. mars 1970 í Brig í Sveis) er sveisisk-italskur løgfrøðingur, sum hevur verið forseti hjá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA síðan 2016. Í mars mánaði í 2023 varð hann afturvaldur sum forseti. Infantino er eftirmaður hjá Sepp Blatter, sum var forseti hjá FIFA millum 1998 og 2015.[1][2]

Hann byrjaði at starvast fyri europeisku fótbóltssamgonguna, UEFA í 2000, og í 2009 tók hann við starvinum sum aðalskrivari hjá UEFA.


Keldur[rætta | rætta wikitekst]