George Michael

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
George Michael í 2006.

George Michael (føddur Georgios Kyriacos Panayiotou, grikst: Γεώργιος Κυριάκος Παναγιώτου, 25. juni 1963 í London, deyður 25. desember 2016 í Goring-on-Thames) var ein enskur sangari, sangskrivari, tónleikari og tónleikaprodjúsari og úr London. Pápi hansara er griskur kyprioti og mamman er ensk. George Michael gjørdist heimskendur, tá hann og skúlavinmaður hansara Andrew Ridgeley vóru poppduo'in Wham!. Fyrsta staklag hansara sum einstaklingur var Careless Whisper, sum seldi yvir 6 milliónir um allan heimin. Hann vann sera nógvar heiðurslønir tey 30 árini, hann var virkin innan tónleikalívið. George Michael gavst við konsertferðum í 2008. Fyri ikki at framføra fyri einum hálvtómum leikvølli í 2008, gav poppkongurin ókeypis atgongumerki til fólk í Danmark. "Høvuðsorsøkin er, at eg eri nú 45 ára gamal. Eg haldi at popptónleikur eigur at vera fyri ungdómin, og ikki ein roynd í at halda út", segði George Michael.

George Michael doyði í heimi sínum jóladag 2016.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið