George Bernard Shaw

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
George Bernard Shaw
Shaw í 1911, eftir Alvin Langdon Coburn
Fødd(ur) (1856-07-26)26. juli 1856
Dublin, Írland
Andaðist 2. november 1950(1950-11-02) (aldur 94)
Ayot St Lawrence, Hertfordshire, Stórabretland
Starv Leikritahøvundur, ummælari, politiskur aktivistur
Tjóðskapur Bretskur (1856–1950)
írskur (dupultan tjóðskap 1934–50)
Útbúgving Wesley College
Hjúnafelagi Charlotte Payne-Townshend (g. 1898–1943, deyða hennara)

George Bernard Shaw (føddur 26. juli 1856, deyður 2. november 1950), eisini kendur sum Bernard Shaw, var ein írskur leikritahøvundur, kritikari og kjakari, ið hevur ávirkað vesturlendsk sjónleikarahús, mentan og politik frá 1880-árunum til sín deyða og enntá langt eftir sín deyða. Hann skrivaði meira enn 60 sjónleikir, teirra millum eru verk sum Man and Superman (1902), Pygmalion (1912) pg Saint Joan (1923). Hann skrivaði bæði um samtíðar satiru og søgulig líknilsi og gjørdist ein førandi leikritahøvundur av hansara ættarliði, og í 1925 fekk hann nobelvirðislønina í bókmentum.

Shaw varð føddur í Dublin, flutti til London í 1876, har hann stríddist við at klára seg sum rithøvundur. Mitt í 1880-unum var hann blivin ein virðismettur tónleika- og sjónleikaummælari. Hann gjørdist politisk virkin og gjørdist partur av Fabian Society og gjørdist tann mest eyðsýndi smáritahøvundur. Shaw hevði skrivað sjónleikir í fleiri ár, áðrenn tað hepnaðist hjá honum á fyrsta sinni við sjónleikinum Arms and the Man í 1894. Hann var ávirkaður av Henrik Ibsen, og royndi at innføra eina nýggja realismu í enskmælta sjónleikin, og brúkti sínir sjónleikir til at føra fram sínar politisku, sosialu og átrúnaðarligu hugsanir.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]