Georg Friedrich Händel

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Georg Friedrich Händel

Georg Friedrich Händel (enskt: George Frideric Handel) (føddur 23. februar 1685 í Halle an der Saale, deyður 14. apríl 1759 í London) var ein týskur - seinni bretskur - tónasmiður.

Händel var borin í heim í Halle í Týsklandi, men flutti til Bretlands í 1712. Hann skrivaði tónleik til enska hovið, og gjørdi eisini fleiri kend kórverk, m.a. Messias, sum varð frumframførd tann 13. apríl 1742 í Dublin í Írlandi. Eitt av viðgitnastu verkum Händels varð skrivað til kongliga skreyteldin í 1749.

Händel var - líkasum Johann Sebastian Bach - ein av teimum mest týðandi tónasmiðunum av barokk-tíðarskeiðinum.

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið