Gággukrabbi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Gággukrabbin (Pagurus bernhardus) er tann vanligasti krabbagágga í Evropa. Framkroppurin á gággukrabba er sum á hummara. Aftur­kroppurin er bleytur og er altíð inni í gágguskelini. Sum krabbin veksur, verður gágguskelin ov lítil. So fer hann úr gágguskelini at leita sær eftir størri skel. Hesa tíðina er krabbin góður fongur hjá fiski og tí í stórum vanda. Á gággukrabba vaksa ofta nógvar margføtlur.