Frimod Joensen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Frimod Joensen er føddur í 1915, deyður í 1997. Hann var sjálvlærdur listamálari. Frimod, ættaður av Sandi, sá náttúruna við frískum, óheftum eygum. Frimod leit á tað, hann sjálvur sá og endurgevur tað í einum beinleiðis og ótilgjørdum listarligum máli. Hann málaði myndir av fólki í sínum dagliga yrki, og í summum myndum er hann sjálvur hjástaddur sum ein høvuðspersónur.