Fridinator

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Fríði Karlsson Justesen a.k.a. FridiNaTor[rætta | rætta wikitekst]

FridiNaTor er ein víðagitin føroyingur. Hann eitur Fríði Karlsson Justesen, býr í Rituvík, men er føddur í og er upprunaliga av Strondum.

Lívssøga[rætta | rætta wikitekst]

FridiNaTor er komikari, telduspælari og filantropistur. Hann gekk í skúla frá tí hann var 7, og bleiv liðugur við 9. flokk í 2016. Hann byrjaði at ganga í 10. flokki í 2016, men gavst, og fór at arbeiða ístaðin. Hann hevur havt arbeiði hjá Pidda á Toftum, og arbeiðir javnan í Á á Glyvrum. Eftir at fyrsta hálvárið í 2017 var farið, byrjaði hann á Tekniska Skúlanum í Klaksvík, har hann skal ganga inntil 26. juni 2020.

Frítíð[rætta | rætta wikitekst]

Hann nýtir frítíð sína, til at arbeiða, spæla spøl, filma, og at granska.

FridiNaTor granskar sera nógv um "PlayStation 4", um eyka møguleikar, og hvussu mann fær forbetra mest møguligt. Hann skrivar eisini javnan við stór feløg, so sum PlayStation og Steam, og kemur við góðum ráðum, og roynir alt tað nýggjasta hjá teimum, sum ikki er komið út enn.

Á youtube kanalini leggur hann, millum annað, filmsbrot um spøl, og ymiskar stuttfilmar. Tá hann, í samband við skúlan, ger filmar ella reklamur, plagar hann eisini at leggja tað út á kanalina. Innihaldið er sum oftast á enskum, av tí at meginparturin av fylgjarum hansara eru útlenskir, men viðhvørt leggur hann stutt brot, ið eru á føroyskum.

Samband[rætta | rætta wikitekst]

Heimasíðan hjá FridiNaTor er: http://fridinator.fo Archived 2022-11-23 at the Wayback Machine, men hon er ikki altíð aktiv.

Tó er FridiNaTor á flestu sosialu miðlum. Hann er á:

Twitter - https://twitter.com/FridiNaTor/

Youtube - https://youtube.com/FridiNaTor/

Facebook - https://www.facebook.com/fridikarlssonjustesen?fb_dtsg_ag=AdziAVqHQ8WsgyLnRRbFgiD48LLV3ZblI2r6ejYM1ymo-g%3AAdxJZEj_FFlDDrUGSnYEvseo2SqjBZo3wWNKBausddsffQ